Senatið góðkent Amy Barret sum hægstarættardómara

Senatið í USA hevur góðkent valevnið hjá Donald Trump til starvið sum nýggjur dómari í hægstarætti í USA.

Ein meiriluti í senatinum í USA hevur við atkvøðugreiðslu í kvøld góðkent Amy Coney Barret sum nýggjan dómara til hægstarætt.

52 atkvøddu fyri, meðan 48 atkvøddu ímóti, skrivar Reuters.

Amy Coney Barret var tilnevnd til týdningarmikla starvið av Donaldi Trump forseta.

Við valinum av Amy Coney Barret sum nýggjum dómara verður konservativi meirilutin styrktur við seks av tilsamans nýggju dómarum.

ritzau/