Semjusøkjandi samstarv við danir gevur úrslit

- Okkara flokkur stendur fyri tryggleika og vælferð. Hetta er fyritreytin fyri framhaldandi menning í Føroyum og í ríkisfelagsskapinum, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins.

##med2##

 

Á FM1 spurdi Árni Gregersen, journalistur, Bárð á Steig Nielsen, løgmann og formann Sambandsfloksins, hvat flokkurin fer at leggja dent á í komandi valskeiði á fólkatingi, um flokkurin fær umboð valt á valinum um tvær vikur.

 

- Sambandsflokkurin stendur fyri tryggleika og vælferð. Hetta er fyritreytin fyri framhaldandi menning í Føroyum og í ríkisfelagsskapinum. Vit hava eisini nøkur heilt ítøkilig mál, sum vit fara at arbeiða fyri.

 

Bárður á Steig Nielsen vísir á, at Sambandsflokkurin altíð hevur viljað ríkisfelagsskapin við semjusøkjandi samstarvi, sum einasti flokkur í Føroyum eftirhondini. Hetta hevur eisini givið úrslit.

 

- Vit hava fingið cpr-nummarið, sum eitt tað feskasta dømi. Vit hava fingið samstarvsráðið sett á stovn at viðgera uttanríkis-, verju-og trygdarpolitikk, tó at tað altíð hevur verið sagt, at hetta ikki ber til í ríkisfelagsskapinum.

 

Løgmaður vísir á, at hetta ber til, tá tú hevur semjusøkjandi samstarv, og tað er hetta, sum sambandsflokkurin framhaldandi fer at gera á fólkatingi, um flokkurin fær umboð valt á komandi fólkatingsvali.

 

Hoyrið alla samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Bárð á Steig Nielsen FM1 - við at trýsta á pílin undir myndini.