Semjusøkjandi sjakk á tingi

Fyri at samvistskan hjá einstaka tingfólkinum skal fáa ta makt, sum stýrisskipanarlógin fyriskrivar, og fyri at koma burtur úr samgongu- og andstøðugravum, ætlar Kári á Rógvi, tingmaður, at skipa fyri semjusøkjandi arbeiðsbólkum á tingi

Í hesi vikuni fer Kári á Rógvi, tingmaður, at bjóða til stovnandi aðalfund í tveimum tingfylkingum - semjusøkjandi sjakkum – ið skulu hava heitini Yngri á Tingi og Rættindi á Tingi.

Kári á Rógvi vísir á, at við tíðini eru tingfólk vorðin so bundin av flokkum og floksavtalum, at ásetingin í stýrisskipanarlógini, um at tingfólk bert eru bundin av samvitsku sínari, er tulkað burtur.

- Vit hava ikki bert fingið flokkar, men eisini samgongur, ið beint eftir val skriva samgonguskjal, sum í veruleikanum bindur tingfólkini niður. Ikki minst tey varafólk, ið koma á ting eftir at avtalan er undirskrivað, koma í nógvum førum at virka sum atkvøðuneyt, sigur tingmaðurin í viðmerkingum.

Fyrimyndina til arbeiðsbólkar av hesum slagi hevur Kári á Rógvi fingið bæði úr grannalondunum og úr Amerika.

Les meira hjá www.sjalvstyri.fo