Anfinn Kallsberg, formaður í Fólkaflokkinum, er væl nøgdur við røðuna. Í Útvarpi Føroya førdu formenninir í Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum fram, at teir saknaðu meiri ítøkiligt í framløgu løgmans ólavsøkudag. Anfinn Kallsberg, formaður í Fólkaflokkinum, er væl nøgdur við røðuna og metir atfinningarnar tæna egnum partapolitiskum endamálum.
- Røðan var sum hon plagar og sum hon eigur at vera. Hon var afturlítandi og eisini frameftirlítandi. Eg eri nøgdur við røðuna og haldi ikki, at hon var so lítið ítøkilig, sum onkur hevur ført fram. Heldur hinvegin. Nú havi eg sjálvur sitið í somu støðu og haldi, at røðan í roynd og veru er rættiliga ítøkilig. T.d. er tað trupult at vera so ítøkiligur, tá ið ein politisk viðgerð ikki hevur verið fyri enn. Og nógv av tí, sum løgmaður kemur inn á, eru stórmál, har breiðar semjur eru eitt krav. Harafturat umboðar løgmaður tað politisku skipanin og samgonguna. Røðan var semjusøkjandi og tað eigur hon eisini at vera.
Kallsberg nevnir íbúðarspurningin og fiskivinnupolitikkin, sum trupul mál, ið hava verið viðgjørd fyrr.
1. januar 2007 verða kirkjumál yvirtikin og løgd undir føroyskar myndugleikar at umsita. Og sambært framløgu løgmans verður miðjað eftir at á næstu ólavsøku verður kirkjan føroysk. Hetta er eisini størsta yvirtøkan í hesum valskeiðnum. Spurdur um yvirtøkuna av kirkjuni heldur Kallsberg hetta vera ein partur av einum longri arbeiði.
- Mangir eru leikirnir í longum talvi, sigur orðatakið. Hetta er ein staðfesting av, at málið verður ført ígjøgnum. Samráðingar um hetta málið hava verið frammi fyrr, vit hava jú verið við frá byrjan av í 1998.