Ósemjurnar hanga framvegis í luftini

Tey mál, ið løgmaður lovaði at taka upp við danska forsætisráðharran á ríkisfundinum í gjár, hanga framvegis óloyst í luftini. Danska støðan í IWC, sum gongur beinleiðis ímóti føroyskum áhugamálum, verður standandi, og fer at vera ein afturvendandi trupulleiki. Og eingin broyting av støðu Føroya í grønlendsku sjálvstýrislógini er í ljósmála, sum løgmaður hevur róð framundir

Tað vóru serliga tvey mál, sum vóru ovast á breddanum, tá árligi ríkisfundurin var á skránni í gjár. Annað var danska støðan í IWC, og hitt var tilsipingarnar til Føroyar í grønlendsku sjálvstýrislógini.


Danska stjórnin trumfað av fólkatinginum

Í málinum um IWC hevur Per Stig Møller boðað frá, at danska umboðið í altjóða hvalaveiðunevndini IWC fer at atkvøða fyri einum uppskoti um at skipa eitt friðingarøki fyri stórhvalaveiðu í Suðuratlantshavi.

Hetta er beinleiðis í andsøgn við ynskið hjá føroyska landsstýrinum, sum vil stuðla burðardyggari veiðu av tí livandi tilfeinginum í havinum, heldur enn at stuðla banni av hvalaveiðu í ávísum økjum.

Orsøkin til at danska stjórnin hevur broytt støðu í hesum máli er, at ein meiriluti í fólkatinginum hevur álagt uttanríkisráðharranum at stuðla hesum uppskotinum, sum Argentina, Brasilia og Suður Afrika høvdu ætlanir um at leggja fram.

- Tað hevur altíð eydnast okkum at finna fram til eina felags støðu í IWC, men tað hevur ikki altíð verið lætt hjá Danmark at havt hesa støðu, tí at tað merkir, at vit ikki hava somu støðu sum hini ES-londini, segði Anders Fogh Rasmussen.

Og Danmark hevur verið undir trýsti frá hinum ES-londunum, sum hava strongt á fyri at ES skal hava eina felags støðu í hvalaveiðumálum. Higartil hevur Danmark ligið í buktini orsakað av føroyskum og grønlendskum áhugamálum, og tað er ikki fallið í góða jørð í Bruxelles.

Hetta er óivað ein av orsøkunum til, at fólkatingið nú hevur sett uttanríkisráðharran uppá pláss og álagt honum at fylgja tí europeisku linjuni á ársfundinum hjá IWC, sum er í Chile hesa vikuna.

Anders Fogh Rasmussen royndi eisini at bera svartaper víðari til Norðuratlantsbólkin á fólkatingi. Hann segði, at Norðuratlantsbólkurin skuldi gjørt sína ávirkan galdandi í sínum egna valbólki, har møguleiki er fyri at ávirka t.d. socialdemokratarnar, sum hava broytt støðu í hesum málinum.

Hendan kritikkin vil Sjúrður Skaale, fólkatingsumboð, ikki hava sitandi á sær. Hann sigur í viðmerking í dag, at hann hevur gjørt sítt ítarsta til at ávirka donsku støðuna á fólkatingi í hesum prinsipiella máli - men til fánýtis.

- Og tað er eingin ivi um, at vónbrotið verður sera stórt í Føroyum, um Danmark nú fer at bróta avtaluna og siðvenjuna um, at danska stjórnin skal fylgja okkara ynskjum í IWC. Føroyska støðan er sum kunnugt, at røtt umsiting av havsins tilfeingi er ikki friðing, men burðardygg veiða. Men danska stjórnin talar og atkvøður jú vegna føroyingar í IWC – vit hava onga rødd og onga atkvøðu. Tí er greitt, at viðurskiftini versna, um meiriluti fólkatingsins stendur við sítt krav, sigur Sjúrður Skaale í viðmerking til forsætisráðharran.

Trupulleikin við avtaluni millum landsstýrið og donsku stjórnina er, at danska stjórnin ikki kann garantera, at hon kann halda sín part av avtaluni, tí tað kann altíð henda, at hon kemur í minniluta í hvalaveiðumálum á fólkatingi, og so mugu føroysk áhugamál víkja. Spurningurin er tí, hvat virði tann sokallaða avtalan hevur, tá hon í hvørjum einstøkum føri hongur í einum klønum trá á Christiansborg.

Hinvegin er tað sera ivasamt, um júst hetta uppskotið um eitt friðingarøki í Suðuratlantshavi hevur nakran praktiskan týdning fyri føroyingar. Harafturat verður uppskotið neyvan samtykt, tí at ein slík broyting krevur ein meiriluta, sum telur tríggjar fjórðingar av atkvøðunum á IWC fundinum.


Grønlendska sjálvstýrislógin onga ávirkan

Fleiri limir í føroysku uttanríkisnevndini hava eisini sett spurnartekin við, at Føroyar verða nevndar í grønlendsku sjálvstýrislógini.

- Tað at Føroyar verða nevndar í grønlendsku sjálvstýrislógini er ikki úttrykk fyri, at tað skulu henda nakrar broytingar í støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum. Bakgrundin fyri hesum er, at vit í dag hava eina uttanríkispolitiska heimildarlóg fyri Føroyar og Grønland, sum gevur møguleika fyri, at Føroyar og Grønland í felag kunnu samráðast ríkisins vegna í málum, sum viðvíkja Føroyum og Grønlandi. Í hesum føri taka vit ta grønlendsku heimildarlógina og leggja hana óbroytta inn í sjálvstýrislógina. Tað er natúrligt, at heimildarlógin verður løgd inn í sjálvstýrislógina, og tað henda ongar broytingar fyri Føroyar, tí Føroyar hava staðið í tí grønlendsku uttanríkispolitisku heimildarlógini, og nú standa Føroyar í tí grønlendsku sjálvstýrislógini.

Hetta segði danski forsætisráðharrin á tíðindafundinum. Hann sá tí ikki nakra orsøk yvirhøvur at broyta grønlendsku sjálvstýrislógina, sum kemur til atkvøðugreiðslu í heyst. Hann lovaði tó, at grønlendska lógin verður send til hoyringar í Føroyum tíðliga í heyst.

Kári á Rógvi úr Sjálvstýrisflokkinum, sum er limur í uttanlandsnevndini, skrivar í lesarabrævi í dag, at grønlendska sjálvstýrislógin kann fáa avleiðingar fyri støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum.

- Vandamálið fyri Føroyar er í stuttum, at møguleikar og mannagongdir verða skeivt lýstir ella ásettar í álitinum og í uppskotinum frá hesi donsk-grønlendsku nevndini. Uppskotið er nógv verri enn tær tíverri staðfestu heimildarlógirnar, skrivar Kári á Rógvi.

- Verður henda skipan samtykt, verður heilt vist brúkt ímóti okkum, at fólkatingið, landstingið og enntá grønlendska fólkið jú hava staðfest, at ytru mørkini í ríkinum eru hesi og hesi – tí kunnu føroyingar ikki krevja nakað meira, staðfestir Kári á Rógvi.

Forsætisráðharrin kann tí vænta sær nakrar atfinningarsamar viðmerkingar, tá lóginverður send til hoyringar í Føroyum. Útsagnirnar hjá forsætisráðharranum í málinum um grønlendsku sjálvstýrislógina benda tó á, at tað verður sera torført hjá føroyskum politikarum at fáa ávísar orðingar í lógini broyttar.

Samanumtikið hanga hesi bæði málini framvegis í luftini. Málið um IWC fer at vera ein afturvendandi trupulleiki, og danski forsætisráðharrin sá onga orsøk til at ganga føroysku ynskjunum í sambandi við grønlendsku sjálvstýrislógina á møti.