Semjast ikki um at hjálpa hvørjum øðrum

Ætlanin at stovna eina felags trygging, er longu kollsigld

Kommunurnar kring landið eru ósamdar um ætlanina at stovna ein kommunalan tryggingargrunn, sum skal stuðla kommunum, sum verða raktar av náttúruvanlukku. Tað ásannar Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum.

 

Tað hevur verið frammi við jøvnum millumbili, at kommunurnar áttu at skipa ein slíkan grunn, tí tað kemur fyri, at tað henda skaðar, sum eru so stórir, at, tað eru fleiri kommunur, sum illa hava ráð til at gera teir aftur.

 

Serliga hevur hetta verið nevnt, tá ið ódnir hava gjørt um seg. Eisini varð málið nógv umrøtt eftir ódnirnar fyri einum góðum ári síðani, tá ið umfatandi brimskaði hendi í Hvalba (myndin), í Porkeri, í Húsavík, og aðrastaðni við.

 

Tá varð málið tikið upp aftur um at skipa ein kommunalan tryggingargrunn, sum allar kommunur rinda í og har kommunur, har skaðar henda, kunnu fáa endurgjald at gera skaðar aftur. Málið varð lagt fyri Kommunufelagið og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur sagt, at hann bíðar eftir eini niðurstøðu í kommunufelagnum.  

 

Men Eyðun Christiansen sigur at støðan er heilt einfalt tann, at kommunurnar eru ikki samdar um eina slíka skipan. Hann sigur, at tær kommunur, sum ikki eru brimpláss, eru ikki serliga sinnaðar at vera við í eini slíkari skipan, har allar kommunurnar rinda fyri hvørja aðra. Kommunur sum eru kyrrupláss, eru ikki ordiliga sinnaðar at fíggja kommunur, har brimskaðar henda við jøvnum millumbili, sigur hann.

 

– Eg vænti ikki, at tað fæst semja um eina slíka skipan, tí tað eru fleiri kommunur, sum ikki hava áhugað í eini slíkari skipan, leggur stjórin í Kommunufelagnum afturat.

 

Hann sigur, at støðan er heldur tann, at kommunurnar eiga at tekna eina trygging hvør sær. Tað eru eisini kommunur, har brimskaðar hava verið, men har tær hava fíggja ábøturnar sjálvar. Tað er eisini eitt sjónarmið, at eru kommunur so smáar, at tær ikki klára eitt bakkast sum ein brimskaða, eiga tær at leggja saman í størri kommunur.