Ósemjan millum Russland og Ukraina

Kreppan í Ukraina byrjaði upprunaliga við eini politiskari mótmælisgongu móti stjórini, sum hevði sýtt at gera eitt nú handilsavtalur við ES. Men eitt bann frá stjórnini móti mótmælisgongunum og harðskapur frá løgregluni mótvegis teimum, sum mótmæltu, loypti øði í fjøldina. Higartil hevur ófriðurin kostað fleiri mannalív, umframt at forsetin Janukovitjs er farin frá og flýddur úr Kiev.
Fólkið í Ukraina er tvíbýtt. Tað eru tey, sum eru fyri ES og einum framtíðar samstarvi við samveldið, meðan tað eru onnur, sum hella til Russland. Hetta hevur áður elvt til ósemjur.
Russland hevur stór fíggjarlig, søgulig, geopolitisk og politisk áhugamál í Ukraina, og landið er somuleiðis ein umráðandi leikari russisku ætlanunum um eitt eurasiskt samveldi. Men menningin í landinum hóttir valdið, sum Russland higartil hevur havt á Ukraina. Og Russland metir, at mótmælini nú eru enn eitt tekin um vestlig áhugamál, sum stríða í móti teim russisku. Hetta hevur fingið Russland at spæla við vøddunum, hótta við kríggi og russiskir hermenn standa herbúnir á hálvoynni Krim.