Tað røkist einki fyri at endi fæst á bankamálinum í bræði. So hvørt, sum frálíður, viknar tvørpolitiska semjan í tinginum.
Tað er skaðiligt at drála ov leingi, tí støðan í tinginum ikki so greið, sum hon hevur verið higartil, sigur Bjørn á Heygum, talsmaður fyri tingbólkin í bankamálinum.
Tá tingbólkurin var á fundi við løgmanni mánadagin, kom fram, at tann semjan, sum hevur verið í tinginum, nú er vorðin alt meira ivasom, sigur Bjørn á Heygum.
Leikluturin hjá tingbólkinum er, at hóast hann vil samstarva í hesum máli, er tað Landsstýrið einsamalt, sum hevur samráðingarrættin.
Fýra punkt eru greið
Ósemja er við Landsstýrið um fýra punkt. Eitt er at tingbólkurin ikki vil hava Edmund Joensen at leiða samráðingarnar. Annað mál er at bókurin heldur tað vera óheppið at fara undir samráðingarnar, meðan valið er. Tíðin verður ov knøpp, av tí at páskirnar eru í tíðarskeiðnum áðrenn fyrningarfreistin er av. Tað kann skaða úrslitið, heldur tingbólkurin.
Enn er heldur ikki greitt, um tingbólkurin kann semjast um samráðingaruppleggið, men semja er um at bíða við at taka støðu til í næstu viku fyri at vita, um Den Danske Bank gongur við til at útseta fyrningarfreistina.
Eftir hesum at meta, so er tingið meir enn virkislamið, umframt at løgmaður hevur sent tykkum heim. Er tað eitt hóskiligt signal, at senda veljararunum í valstríðnum?
Nei, tað er seras óheppið, men vit hava tíverri ikki tamarhald á støðuni. Vit kunnu einki gera við tað, sigur Bjørn á Heygum.
Bert Landsstýrið hevur myndugleika at samráðast í bankamálinum. Løgmaður nýtist ikki at taka hædd fyri, um tingið ikki heldur hann vera tann rætta at føra samráðingarnar, sigur Bjørn á Heygum.
Landsstýrið hevur myndugleikan
Í Tinganesi bíða embætisfólkin eisini eftir, hvørt Danske Bank gongur við til at leingja fyrningarfreistina.
Tveir møguleikar eru til at taka: Um fyrningarfreistin ikki verður longd, kann Landsstýrið stevna øllum pørtum í málinum, t.e. Forsætisráðnum, Den Danske Bank og Fíggingargrunninum. Hin møguleikin er at Landsstýrið, við Edmundi Joensen á odda, fer beinleiðis undir politiskar samráðingar við donsku stjórnina og avgreiðir bankamálið áðrenn valdagin, sum er sami dagur, sum fyrningarfreistin er av.
Tað sigur Rúni Joensen, løgmansfulltrúi.
Fyrireikingarnar
eru gjørdar
Spurdur um ikki embætisfundir skulu verða eins og vanligt hevur verið, tá samráðingar hava verið millum Danmark og Føroyar, sigur løgmansfulltrúin, at embætisfólkini sanniliga hava gjørt sítt heimaarbeiði. Tað hevur verið gjørt síðani í desember í fjør.
Vit hava fyrireika samráðingarnar, men enn er støða ikki tikin til, um farið verður beinleiðis undir politiskar samráðingar. Tað velst um, hvørt Danske Bank vil leingja fyrningarfreistina ella ikki, sigur Rúni Joensen og leggur aftrat, at embætisfólkini kortini eisini eru við undir politisku samráðingunum.
Peter Mogensen, skrivstovustjóri í Forsætisráðnum, sigur við Sosialin, at Den Daske Bank ikki hevur givið boð um, hvørt fyrningarfreistin verður longd, men at boðini helst koma í næstu viku.










