Semjan hjá løgmanni ella nýval

Verður semjan hjá løgmanni og floksformonnunum í samgonuni ikki samtykt, verður endin helst nýval

POLITIKKUR

 

Júst afturkomin av almennari vitjan á Álandi, kallaði løgmaður floksformmenn Sambands- og Fólkafloksins til fundar í gjár um politiska knútin, sum er íkomin eftir at fleiri samgongutingmenn hava gjørt greitt, at teir ikki taka undir við semjuni, sum løgmaður og floksformenninir hava gjørt.

- Vit ásanna, at tvinnir eru kostirnir. Annar er, at broytingaruppskotið, um at lógin fyrst fær gildi eftir komandi løgtingsval, verður samtykt. Hin møguleikin er at ásanna, at trupult verður at avgreiða mongu málini, ið vit hava sett okkum. Avleiðingin kann tá verða val í ótíð, sigur løgmaður.

Kaj Leo Johannesen, Jørgen Niclasen, Kristian Magnussen og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, eru samdir um at virka fyri, at broytingaruppskotið verður samtykt, og teir hava góðar ábendingar um, at uppskotið verður samtykt, sigur løgmaður.