Nógvar rakettir fóru upp í loft á Gaza og á Vestara áarbakka í gjárkvøldið, men hesaferð skutu fólk gamlar nýggjársrakettir, sum fagnaðu semjuni, sum leiðararnir í Fatah og Hamas samdust um í Mekka seinnapartin. Fólk søgdu seg vænta frið, eftir at samanbrestir millum Fatah og Hamas hava kostað næstan 100 mannalív teir báðar seinastu mánaðarnar.
-Vit eru samdir um at skipa eina savningarstjórn, segði palestinski sendiharrin í Saudiarabia, Jamal al-Shobaki, tá semjan var undirskrivað um sjeytíðina í gjárkvøldið.
Sjálvt innihaldið í semjuni bleiv ikki almannakunngjørt, og tað er framvegis ógreitt, hvat semjan sigur um viðurskiftini við Ísrael. Hinvegin er greitt, at júst spurningurin, hvørja støðu ein palestinsk stjórn skal hava mótvegis Ísrael, var ein av teimum truplastu spurningunum í samráðingunum. Ísrael og Vesturheimurin hava kravt, at palestinska stjórnin skal viðurkenna ísraelska ríkið, men higartil hevur Hamas sýtt fyri tí.
Vesturlendskir eygleiðarar søgdu í gjárkvøldið, at skal semjan fáa undirtøku millum palestinska fólkið, er tað ein treyt, at palestinar fáa teir pengar og ta hjálp, sum Ísrael og Vesturheimurin hava sýtt fyri at lata, fyrr enn Hamas viðurkennir Ísrael.
Sambært Reuters hevur palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, biðið saudiarabisku stjórnina gera sína ávirkan galdandi í Washington fyri at sleppa burtur úr teimum búskaparligu tiltøkunum. Afturfyri skal Abbas hava lovað, at ein komandi savningarstjórn er til reiðar at lúka tær treytir, sum Vesturheimurin hevur sett. Vesturlendsku eygleiðararnir siga, at kann Abbas halda tað lyftið, er tað einki minni enn ein stórhending.
Ísrael
Spurningurin er so, hvat Ísrael sigur. Tzpi Livni, uttanríkisráðharri, segði í gjár, at skal Ísrael viðurkenna eina komandi palestinska stjórn, skal hon tryggja frið og viðurkenna Ísrael, men eygleiðarar ivast í, um Ísrael yvirhøvur er sinnað at viðurkenna eina stjórn, sum Hamas er partur av.
Diplomatar í Saudiarabia siga, at samráðingarnar í Mekka vóru tann seinasti møguleikin at fáa enda á bardøgunum í Gaza og ósemjuni millum Fatah og Hamas, og at ein slík semja er treyt fyri, at tiltøkini ímóti palestinsku myndugleikunum kunnu verða sett úr gildi.
Ber semjan á mál, eru útlit til, at okkurt kann spyrjast burtur úr fundinum 19. februar, tá Mahmoud Abbas og ísraelski forsætisráðharrin, Ehud Olmert, skulu hitta amerikanska uttanríkisráðharran, Condoleezza Rice. Hon hevur í hvussu er sett sær fyri at fáa friðartilgongdina aftur á beina kós.