Semjan datt sundur aftur

Telvingin um áseting av fiskidøgunum fyri næsta fiskiár heldur fram. Í gjárkvøldi var Vinnunevndin hjá løgtinginum samd um at skerja dagatali, bæði eftir toski, hýsu og upsa. Men í dag, tá álitið skuldi skrivast undir, datt semjan sundur aftur.

 

- Nei, vit eru ikki samd, staðfesti Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini, tá hann fyri løtu síðani endaði fundin í Vinnunevndini.

 

In.fo skilir, at semjan hevði við sær, at fiskidagatalið hjá teimum, sum serliga fiska tosk og hýsu, skuldi skerjast átta prosent, meðan fiskidagatalið hjá teimum, sum fiska upsa skuldi skerjast fýra prosent.

 

Alfred Olsen vil ikki gera viðmerkingar til tølini. Men hann váttar tó, at nevndin var samd í gjár. Samstundis kann hann staðfesta, at tann semjan ikki er til meira.

 

- Vinnunevndin fer aftur á fund klokkan níggju í morgin áðrenn, og vit leggja fram eitt álit til tingfundin, sum byrjar klokkan 11, sigur Alfred Olsen.

 

Hann dugir tó ikki at siga, um tað tá avtornar verður ein samd nevnd ella talan verður um meiriluta- og eitt ella fleiri minnilutaálit.

 

 

Hoyr samrøðu við Alfred Olsen við at trýsta á pílin undir myndini.