Semja í Zimbabwe

Eftir drúgvar samráðingar samdust stjórnarflokkurin og andstøðan í Zimbabwe í gjár um at býta tað politiska valdið í landinum. Sjálvt innihaldið í semjuni verður ikki almannakunngjørt fyrr enn mánadagin, men sambært álítandi keldum heldur Robert Mugabe fram sum forseti, meðan andstøðuleiðarin Morgan Tsvangirai (myndin) verður forsætisráðharri. Suðurafrikanski forsetin, Thabo Mbeki, hevur verið semingsmaður.