Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið Føroysk Miðlafólk hava nú gjørt nýggjan tvey ára sáttmála, sum er galdandi til 31 oktober í 2015.
Arbeiðsgevarafelagið sigur, at sáttmálin er á sama stigi, sum hinar semjurnar, Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í hesi samráðingarumfarinum.
Tað vil siga, at lønarhækkingin 1. november 2013 er 1,13 prosent, og lønarhækkingin 1. november 2014, er 1,89 prosent.
Øll hækkingin verður løgd á sjálva lønina.
- Nú sáttmálin við Føroysk Miðlafólk er undirskrivaður, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag endurnýggjað allar sáttmálarnar í hesum samráðingarumfarinum, sum byrjaði við arbeiðarasáttmálunum, sum komu í gildi 1. mai 2012.
- Næsta samráðingarumfar byrjar við arbeiðarasáttmálunum, sum ganga út 1. mai 2014.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tilsaman 38 sáttmálar við 18 fakfeløg.
Á myndini er tað Marita Rasmussen, v.m. í Vinnuhúsinum og Ingrid Bjarnastein, forkvinna í felagnum Føroys miðlafólk, sum skriva undir nýggja sáttmálan.










