Semja við Finansforbundet

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet hava skrivað nýggjan tvey ára sáttmála

Hósdagin 13. mars skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet undir nýggjan tvey ára sáttmála fyri starvsfólk í Føroya Banka, Trygd og Skyn.

 

Partarnir eru samdir um lønarhækkan upp á 4,32% fyrsta árið og 3,87% annað árið. Harumframt eru aðrar broytingar og tillagingar gjørdar í sáttmálanum, sum innihalda krøv frá báðum pørtum.

 

Talan er um sama karm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingatíðarskeiðnum, sum byrjaði 1. mai 2024.