SAVNSRØKTIN
Beint áðrenn evsta mark, sum var sett at vera mikudagin, eydnaðist Føroya Lærarafelag, Mentamálastýrinum, Kommunusamskipan Føroya og Fíggjarmálastýrinum at semjast og skriva undir avtalu um savnsrøktina í fólkaskúlanum. Avtalan ber í sær, at lærarar, sum arbeiða á serstovum, fáa samsýning fyri at røkja tær. Samsýningina rinda kommunurnar og landið helvt um helvt, eins og lagt varð upp til í álitinum, ið er gjørt um savnsrøktina.
Savnssamskipari skal veljast á øllum skúlum, har serstovur eru. Hesin fær løn fyri arbeiði sítt á tí lønarstigi, hann er, hvørt hálva ár. Arbeiðið verður ikki lønt við niðurskurði í tíð. Uppgávurnar hjá savnssamskiparanum eru bæði av røktarligum og námsfrøðiligum slag, og útreiðslurnar til arbeiðið verða lutaðar sundur millum land og kommunur við helvtini til hvønn part. Mentamálastýrið skal í samráð við kommunustýrini og skúlaleiðslurnar góðkenna og gera eitt yvirlit yvir øll serhøli í landinum innan 1. september 2002.
Talan er um níggju serstovur, sum verða umfataðar av semjuni. Tær eru træsmíð, alis- og evnafrøði, tilevning, handarbeiði, náttúru/tøkni, lívfrøði, motorlæra, ítróttur og tónleikur. Samsýningin verður latin í lutfalli við næmingatalið á skúlunum, tað vil siga, at serstovurnar á teim størstu skúlunum fáa mest, meðan samsýningin minkar niðureftir samsvarandi skúlastødd.
Forkvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta P. Petersen, er nøgd við, at semja loksins er fingið um hetta stríðsmálið.
- Vit eru nøgd við, at tað endiliga er staðfest, at lærarar skulu hava samsýning fyri at røkja serstovur. Men vit eru ikki nøgd við, at nakrar serstovur ikki eru umfataðar av semjuni, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.
Ein serstova, sum verður hildin uttan fyri semjuna, er bókasavnið. Fíggjarmálastýrið vil ikki vita av, at bókasøvn koma undir avtaluna av grundum, sum forkvinna í Føroya Lærarafelag ikki skilir.
- Fíggjarmálastýrið metir ikki, at arbeiðið, sum skúlabókavørðurin ger er røkt av savni, men heldur er beinleiðis undirvísing av næmingum. Vit vórðu noydd at góðtaka hesa útmeldingina frá Fíggjarmálastýrinum. Gjørdu vit ikki tað, kom als eingin semja. Men vit sleppa ikki bókavørðunum so, tí vit fara at miðja eftir at fáa arbeiðið hjá bókavørðunum roknað inn í arbeiðstíðina, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.
Blokadan av próvdømingini í 9. og 10. flokki er nú tikin av. Somuleiðis er blokadan av savnsrøktini tikin av, men bara í teimum kommunum, sum eru limir í Kommunusamskipan Føroya, tað vil siga í seks teim størstu kommununum í landinum umframt Kirkjubøar kommunu, sum telist millum tær smæstu í fólkatali. Føroya Lærarafelag noktar nevniliga framvegins limum sínum at røkja serhølir í skúlunum í teimum kommunum, sum eru limir í Føroya Kommunufelag.
Semjan verður løgd út á álitisfólka- og limaráðstevnunar í Samhøll og á heimasíðu Føroya Lærarafelags.
Eisini Óli Holm, landsstýrismaður í skúlamálum, er nøgdur við, at semja loksins er fingin um savnsrøktina. Í tíðindaskrivi sigur hann, at hann er sera væl nøgdur við, at eitt nærum 30 ára gamalt mál er komið uppá pláss.