Semja um yvirtøku

Tað var full semja í grønlendska Landstinginum fríggjadagin, tá tingið hevði 1. viðgerð av einum uppskoti frá landsstýrinum um at yvirtaka ábyrgdina av ráevnunum í undirgrundini.

Framsøgufólkini hjá øllum flokkum tóku undir við, at landsstýrið skal fáa heimild til at halda fram við samráðingunum við donsku stjórnina við tí fyri eyga, at málsøkið verður yvirtikið 1. januar 2010.

Ove Karl Berthelsen, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum, segði undir orðaskiftinum, at tilhongdin í málinum hevur verið drúgv, men at nú eru bara mánaðir eftir til ta søguligu løtuna.