Ósemja um útblaking

Danskir fiskimenn avsanna skuldsetingar úr Bruxelles um, at fiskimenninir blaka fleiri túsund tons av fiski útaftur. Sambært ES blaka fiskimenn fiskin útaftur, tí hann lýkur ikki treytirnar um minstamát, ella tí at skipini hava ikki loyvi til at fiska tey fiskasløgini, sum koma í trolið.

-Hatta er heilt einfalt lygn. Vit tveita ikki fisk útaftur, sigur formaðurin hjá fiskimonnunum í Bønnerup, Per Skødt Hansen, við danska kringvarpið.

Í Bruxelles hava tey eina heilt aðra uppfatan av støðuni. Tøl , sum ES-nevndin hevur lagt fram, vísa, at fiskimenn blaka umleið 50.000 tons av fiski útaftur um árið.

-Hesin fiskurin skal upp á land, sigur ES-nevndin.