Føroyar fáa 65.326 tons av norðhavssild komandi ár. Hetta er ein litil minking samanborið við heildarkvotuna í ár.
Samráðingarnar í London 25. oktober 2007 millum strandalondini Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland endaðu við eini semju um at mest loyvda veiðan av norðhavssild í 2008 ikki skal fara upp um 1,266 mió. tons. Hetta er ein litil minking samanborið við heildarkvotuna í ár.
Avtalan gevur Føroyum tilsamans 65.326 tons. Av hesum kunnu góð 38.573 tons fiskast í norskum sjógvi.
Semjan um heildarkvotuna fyri 2008 byggir á eina avtalu millum strandalondini um langtíðarumsiting av norðshavssild. Hendan avtalan hevur m.a. ein veiðisetning og ásetir eitt fast býti av heildarkvotuni millum londini sigur Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi