Semja um semingsnevnd

Í Íslandi eru stjórnarflokkarnir og andstøðuflokkarnir komnir ásamt um at skipa eina nevnd, sum skal samráðast við bretar og niðurlendingar um Icesave-málið. Tað er tó treytað av, at bretar og niðurlendingar eru sinnaðir at samráðast um málið av nýggjum.

Á fundinum bleiv andstøðan kunnað um, at stjórnin hevur havt samband við myndugleikarnar í Bretlandi og Niðurlondum og embætismenn á ES-høvuðsborgini um møguleikarnar fyri at samráðast av nýggjum.

Tað hevur verið upp á tal at biðja fyrrverandi týska uttanríkisráðharran Joschka Fischer til semingsmann, men aftan á fundin í gjár vildi stjórnin ikki siga nakað um tað.