Partarnir hava nú skrivað undir nýggjan sáttmála. Tað segði Terji Sigurðsson, semingsmaður, við útvarpið fyri løtu síðani.
Báðir partar siga seg vera nøgdan við sáttmálan. Spurdur, hvussu nógv meira maskinmeistararnir fáa í løni, vildi formaðurin í felagnum, Arnfinn Bech, ikki svarað annað enn, at lønin veksur við tí, sum karmurin gevur.
Men nýggjur sáttmáli er undirskrivaður, og tí er eingin vandi fyri, at maskinmeistarar fara at sløkkja streymin frá SEV.












