Í Íslandi hevur formaðurin í Framsóknarflokkinum, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, havt fund við tveir av hinum floksformonnunum í dag um møguleikarnar at skipa stjórn. Hann hevur tosað við Árna Pál Árnason, sum er formaður í Samfylkingini, og Birgittu Jónsdóttur, formann hjá Piratunum.
Sum skilst ætlar Sigmundur Davið Gunnlaugsson at tosa við hinar floksformenninar í morgin.
Men formaðurin í Sjálfstæðisflokkinum, Bjarni Benediktsson, heldur lítið um framferðina hjá framsóknarformanninum. Bjarni Benediktsson sigur við Morgunblaðið, at Framsóknarflokkurin hevur ikki fingið einkarætt at tosa við aðrar flokkar um at skipa stjórn, og at Sjálfstæðisflokkurin er opin fyri at tosa við aðrar flokkar enn Framsóknarflokkin.
Sjálfstæðisflokkurin og Framsóknarflokkurin fingu 19 tingmenn hvør á valinum leygardagin, og Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, hevur biðið framsóknarformannin royna at skipa stjórn.









