Ósemja um rokningina endaði við harðskapi

Ein hýruvognsførari í Havn má ásanna, at onkuntíð er tað ótespuligt at koyra hýruvogn

Viðhvørt kann tað vera eitt sindur óunniligt at koyra hýruvogn, serliga um næturnar um vikuskiftini. Og í nátt er ein maður tikin fyri harðskap ímóti einum hýruvognsførara í Havn.

 

Stutt eftir midnátt leigaðu tveir mans ein hýruvogn í Havn. Teir vóru rættiliga fullir, men tá ið teir skuldu gjalda, tók illstøða seg upp teirra millum um rokningina, tí teir vórðu ósamdir um, hvør skuldi rinda.

 

Løgreglan sigur, at tá ið hýruvognsførarin so bað teir royna at finna útav tí, so at tað slapst víðari, gjørdi annar maðurin seg inn á hann. Løgreglan sigur, at hann tók um hálsin á hýruvognsføraranum.

 

Tilburðurin varð meldaður, og løgreglan tók mannin á løgreglustøðina, har hann verður skuldsettur fyri harðskap. Løgreglan sigur, at hann hevur bara verið so drukkin, at tað hevur ikki borið til at avhoyra hann enn. Heldur ikki hin maðurin er avghoyrdur enn – av somu orsøk.

 

Løgreglan sigur, at annars var heilt fitt av fólki í býnum í nátt, men sum heild var tað ógvuliga friðarligt.