Oddagrein
Tað var frá fyrsta degi nakað av einum váðaverki at tengja spurningin um skattalættan saman við pensiónsmálið. Men nú er samgongan so vorðin samdum at loysa tann knútin, sum var íkomin við, at hesi bæðimál vóru tengd saman. Semja er um at lækka landsskattin, soleiðis at møguligt verður hjá kommunun at fíggja tey málsøki, ið verða løgd út til kommunurnar at umsita.
Semjan merkir eisini, at tað framyvir verður satsað uppá arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (hereftir AMG). Tað er hesin grunnur, sum í byrjan varð nevndur samhaldsfasti. AMG hevur fingið nógv oman yvir seg og skipanin hevur verið fyri hørðum atfinningum. Men nú tykist, sum vend er komin í,og vit hava í seinastuni her havt greinir hjá skilamonnum, ið hava mælt til at styrkja skipanina. Eisini landsbankastjórin, ið er formaður fyri AMG hevur gjørt vart við, at tað í framtíðini verður tørvur á einum sterkum AMG.
Men tað er samstundis vorðið greitt, at tað í framtíðini ikki verður nóg mikið við AMG. Hóast inngjaldið nú hækkar frá 1. januar 2007, so vita vit, at eingin pensionistur í framtíðini kann liva sømiliga bert av AMG og við fólkapensiónini. Her verður neyðugt við einum triðja beini at standa á. Hetta merkir við øðrum orðum, at øll eiga at hava eina privata pensiónskipan afturat. Sum frá líður gerast fleiri, ið skulu uppihaldast í ellini, meðan tað samstundis gerast færri at uppihalda hesum vaksandi parti av fólkinum. Hetta er ein vaksandi trupulleiki um allan framkomna heimin. Tann, ið best kann loysa hendan trupulleika, eru fakfeløgini. Fakfeløgini eiga tí í framtíðini at taka pensiónsmálið í størsta álvara og fara undir at samráða seg til góðar pensiónskipaninr fyri teirra limir. Fyri at kunna fáa ein sømiligan aldurdóm má føroyingurin í framtíðini líta á tríggjar skipanir nevnliga fólkapensión, AMG og sáttmálaásetta pensión.
Sosialurin