Semja um norðurkoreonsku kjarnorkuna

Norðurkorea er gingið við til at steðga sínum kjarnorkuætlanum innan tveir mánaðir. Í gjár segði ein amerikanskur talsmaður, at partarnir vóru nær einari semju, og fyrrapartin hevur Kina kunngjørt, at semjan er komin upp á pláss.

Kinesiski talsmaðurin legði afturat, at USA hevur góðkent avtaluna, og at USA hevur játtað at strika Norðurkorea av yvirlitinum við yvirgangslondum.

Eftir semjuni skal Norðurkorea sløkkja kjarnorkureaktorin í býnum Yongbyon og gevast við sínum kjarnorkuætlanum innan tveir mánaðir.

Afturfyri skal Norðurkorea fáa olju ella búskaparliga hjálp frá londunum, sum hava verið uppi í samráðingunum. Tey eru USA, Russland, Kina, Japan og Suðurkorea.