Semja um nýggjan ES-sáttmála

Ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum samdust tíðliga í morgun um ein nýggjan sáttmála fyri samveldið Hýrurin var góður í portugisiska høvuðsstaðnum Lissabon í morgun, tá teir 27 ríkis- og stjórnarleiðararnir høvdu góðkent nýggja sáttmálan.

Nýggi sáttmálin verður umrøddur sum ein nýskipanarsáttmáli og kemur ístaðin fyri tann sáttmálan, sum varð lagdur til viks, eftir at fransmenn og niðurlendingar vrakaðu hann fyri tveimum árum síðani.

Núskipanarsáttmálin ber millum annað í sær, at ES fær ein fastan formann og felags uttanríkisráðharra. Harafturat fer Evropatingið størri ávirkan, og mannagongdin í sambandi við týðandi avgerðir verður broytt.