Ósemja um nýggj Schengen-lond

Tann 17. oktober skulu leiðararnir í ES-londunum taka støðu til eitt uppskot um at taka Bulgaria og Rumenia upp í Schengen-samstarvið.

Niðurlond og Finnland hava boðað frá, at tey taka ikki undir við uppskotinum, tí eftir teirra tykki eru tey bæði londini ikki búgvin til at koma upp í samstarvið.

Týskland tekur harafturímóti undir við uppskotinum, og týski uttanríkisráðharrin, Guido Westerwelle, segði við fjølmiðlarnar í gjár, at hann vónar, at Bulgaria og Rumenia kunnu taka munagóð stig ímóti fullum limaskapi í Schengen í hesum árinum, sum hann orðførdi seg.