Semja um musikkskúlalæraralønir

Tíðindaskriv

Fíggjarmálaráðið hevur gjørt semju við Føroya Musikklærarafelag um nýggjan sáttmála.
Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina frá 1. oktober í 2003 til 1. oktober í 2005.
Nýggjar lønartalvur eru gjørdar, og talvan verður tann 1. oktober 2004 longd við einum stigi. Karmurin um semjuna er 9%.
Áseting er gjørd um eftirsitiløn og onkur smávegis broyting er gjørd í sáttmálatekstinum.
Partarnir hava gjørt avtalu um strategiska og skipaða førleikamenning.
Semjan verður løgd á heimasíðuna hjá Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, adressan er www.lnd.fo