Sambært íslendskum fjølmiðlum fáa íslendingar minnilutastjórn við einari kvinnu sum forsætisráðharra Samfylkingin og Vinstri grænir eru sambært summum íslendskum fjølmiðlum samdir um at skipa minnilutastjórn við Framsóknarflokkinum og Frjálslynda flokkinum sum stuðulsflokkum.
Eftir semjuni verður Ingibjørg Sólrún Gísladóttir forsætisráðharri. Hon er í løtuni uttanríkisráðharri. Nýggjur fíggjarmálaráðharri verður Steingrímur J. Sigfússon fjármálaráðherra.
Flokkarnir hava ikki váttað hesi tíðindini, og fundurin millum verandi stjórnarflokkar er ikki liðugur enn.










