Frá 2011 verður Trygdarmiðstøðin í Klaksvík flutt frá Fiskimálaráðnum til Mentamálaráðið, og Trygdarmiðstøðin og Klaksvíkar Sjómansskúli koma undir somu yvirskipaðu leiðslu, sum er stjórin á Tekniska Skúla, Rúni Heinesen. Roknað verður við, at verandi útbúgvingar á Klaksvíkar Sjómansskúla sum frá líður eisini verða í nýggju hølunum á Trygdarmiðstøðini.
Soleiðis boðar Mentamálaráðið frá í skrivi.
Ein nevnd hevur sitið at gjørt tilmæli til hvussu maritimu útbúgvingarnar í framtíðini skulu skipast, samstundis sum ábyrgdarøkið verður flutt frá Fiskimálaráðnum til Mentamálaráðið.
Ætlanirnar verða skornar út á henda hátt:
» Í august 2012 er ætlanin at uppstiga skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum til bachelorútbúgvingar á Fróðskaparsetrinum. Í hesum sambandi hevur Mentamálaráðið heitt á stjóran á Vinnuháskúlanum um at halda fram í starvi sínum til 1. september 2012.
Í august 2012 verða skipara- og maskinistútbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum fluttar til Klaksvíkar, har skipaður verður ein maritimur depil í samstarvi við Tekniska Skúla. Umframt Klaksvíkar Sjómansskúla og Trygdarmiðstøðina, kemur depilin eisini at fevna um Brandstøðina við Áir«.
Fall ikki í góða jørð
Men hesar ætlanir verða ikki heilsaðar vælkomnar av politikarunum í Havn. Higartil hava bæði borgarstjórin og Levi Mørk gjørt vart við seg, og tað sum eyðkennir hesar báðar er, at teir umboða sama flokk, sum Helena Dam á Neystabø.
Undir yvirskriftini »Landsstýriskvinnan talan við tveimum tungum – sum vant« leggur Heðin Mortensen eftir landsstýriskvinnuni og serliga eftir avgerðini at flyta skipara- og maskinistútbúgvingarnar frá Vinnuháskújlanum til Klaksvíkar.
» Við vaksandi altjóða krøvunum til maritimu útbúgvingarnar hevur leingi verið greitt, at tær skulu uppstigast og fakliga orkan savnast. Samsvarandi hesum fekk landsstýriskvinnan 5. mars 2010 eitt greitt tilmæli, har maritimu útbúgvingarnar skuldu leggjast saman og skipast bygnaðarliga saman við Fróðskaparsetrinum í Tórshavn«, skrivar Heðin Mortensen.
Og spádómurin hjá borgarstjóranum er dapur.
» Henda avgerðin fer tí at hava eina røð av negativum og sjálvstyrkandi avleiðingum ikki bert fyri maritimu útbúgvingarnar, men eisini fyri alla menning av hægri útbúgvingum og gransking í Føroyum«, sigur Heðin Mortensen í skrivinum.
Og landsstýriskvinnan fær hendan boðskap við á vegnum:
» Við vakstrarætlanini hevur Tórshavnar kommunu greitt meldað út fyri landsins myndugleikum, at kommunan satsar stórt uppá júst útbúgving og gransking.
Tað ger landsstýrið eftir øllum at døma ikki«, skrivar Heðin Mortenen.