Semja um makrelin

Makrelbólkurin hjá samgonguni hevur í morgun sitið á fundi og viðgjørt makrelmálið. Bólkurin, sum hevur allar teir fýra floksformenninar við, er samdur í høvuðsheitinum, hvussu farast skal fram við makrelinum í summar.

- Vit eru samdir um, hvussu fiskaríið verður skipað, vit eru samdir um, hvat gjaldið fyri makrelin skal verða, vit eru samdir um, hvussu býtið verður skipað millum skipabólkarnar, og vit eru samdir um, hvussu landingarnar skulu fara fram, sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri.

Hann vil ikki far niður í smálutirnar, men sigur tó, at allir skipabólkar fáa lut í makrelinum.

- Semja er um, hvussu útlendsk móðurskip kunnu taka ímóti makreli. Vit meta ikki, at tað er nóg stór frystiorka á landi at taka móti øllum makrelinum í ár, og tí verður neyðugt at loyva útlendskum móðurskipum at taka ímóti í ár, sigur Jacob Vestergaard.

Lógarverkið verður nú smíðað, og fiskimálaráðharrin roknar við, at tá hesin mánaðin er farin, skuldi kunngerðin verið klár.

- Støða skal nú takast í flokkunum, og lógin skal sendast til hoyringar hjá viðkomandi pørtum, men eg vænti, at innan tvær til tríggjar vikur vita skipini, hvat tey hava at halda seg til, sigur Jacob Vestergaard.