Í kvøld hava manningarfeløgini og reiðaríið hjá nýggjasta uppsjóvarskipinum í flotanum, »Hoyvík«, Thor, skrivað undir sáttmála um lønina hjá manningini.
Á middegi í dag lýstu Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Maskinmeistarafelag mynstringarbann ímóti Hoyvík, sum kemur á Havnina í morgin.
Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, segði í Degi og Viku í kvøld, at nýggju sáttmáli var undirskrivaður – ein sáttmáli, sum er júst á sama støði, sum sáttmálin, sum er galdandi fyri øll hini uppsjóvarskipini.
– Okkara ynski er, at manningin skal tjena nógvar pengar. Vit eru fegin um nýggja skipið og ynskja tí góðan fong og góðan byrð, segði Annfinnur Garðalíð.
Í morginári tíðliga kemur Hoyvík á Havnina. Almenn móttøka verður klokkan 13 á Vestarubryggju, tá Annika Olsen, borgarstjóri, og Hans Andrias Kelduberg, reiðari, halda røðu.