Fleiri evni vórðu strikað ella broytt frá ætlaðu fundasamtyktini hjá landsfundinum hjá Sambandsflokkinum. Inntøkutrygdin var ein. Í ætlaðu fundarsamtyktini frá landsfundinum hjá Sambandsflokkinum, vórðu fleiri broytingar gjørdar.
Ætlanin var millum annað, at tað skuldi standa í samtyktini, at »inntøkutrygdin má skipast øðrvísi.«
Men hetta vildi ein partur av fundinum ikki hava við, og tí var inntøkutrygdin strikað í fundarsamtyktini.
Somuleiðis var ætlanin, at tað skuldi standa í samtyktini, at øll sjúkrahúsini skuldu hava eina leiðslu.
Hetta var broytt við teirri grundgeving, at tað eru ymisk áhugamál kring landið, so orðingin bleiv broytt til:
Nú skal sjúklingurin í fokus. Tey trý sjúkrahúsini skulu tí samstarva betur. Trygd skal fáast fyri, hvørji øki innan sjúkrarøktina skulu vera á ymisku sjúkrahúsunum.
Seinasta evnið, sum varð broytt í fundarsamtyktini var ein orðing um javnstøðu.
- Setningurin sigur so lítið, at hann kann tað sama strikast, segði eitt av fundarfólkunum, og so var setningurin tikin úr.