Semja um KT-vørðarnar

Mikudagin skrivaðu Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið undir avtalu um KT-vørðarnar

KT-ØKIÐ

Tað skuldu ikki nógvir samráðingarfundir til at fáa semju um KT-økið í fólkaskúlanum uppá pláss. Mikudagin skrivaðu Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið undir semju um niðurskurð hjá KT-vørðum, og hóast úrslitið liggur nakað frá tí, sum Føroya Lærarafelag hevur lagt upp til og sum eitt álit hevur mælt til, er forkvinnan í Føroya Lærarafelag nøgd við, at ein avtala loksins er komin undir land.
- Vit eru nøgd við at hava fingið nakað afturat til KT-vørðarnar, at teir fáa skipað viðurskifti og eina neyva starvslýsing, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í felagnum.
Í pengum fáa teir umleið 20 KT-vørðarnir á leið 700.000 krónur í alt. Tilmælið, sum er gjørt sambært semjuni frá apríl 2000, legði upp til slakan helming afturat.
- Føroya Lærarafelag hevur arbeitt saman við nevndini í KT-varðafelagnum og sum skilst eru teir nøgdir við, at semjan hóast alt er ein bati, um enn ikki so góður, sum vit høvdu vónað. Seinni ber til at samráðast til meir.
KT-vørðarnir eiga til uppgávu námsfrøðiligu røktina av teldunum, men ta meiri teknisku síðuna eiga kommunurnar nú sum áður. Tað vil siga, at skal eitthvørt tekniskt gerast í teldunum, skulu fólk uttanifrá boðsendast til ta uppgávuna og kommunan gjalda.
Fyrst í hesum mánaðinum hótti Føroya Lærarafelag við, at ongin undirvísing verður í kunningartøkni á skúlunum kring landið komandi skúlaár. Orsøkin var, at so striltið hevur gingið at fáa í rætt lag KT-økið. Hendan hóttanin skuldi eftir at øllum at døma loysa seg, tí bert tvær vikur seinni varð semja undirskrivað, og yvirlýsingin er sostatt tikin aftur.
Eftir er at gera eina neyva starvslýsing til KT-vørðarnar. Hana gera Mentamálastýrið og Føroya Lærarafelag í felag, og sum skilst verður tað beinanvegin.
Enn ein knútur er so loystur. Í farnu viku var tað savnsrøktin, sum semja varð fingin um.
- Vit eru við at hála okkum uppá ta støði, sum Føroya Lærarafelag longu tá ið fólkaskúlalógin varð sett í verk fyri 4-5 árum síðani, segði varð neyðugt, um arbeiðast skuldi eftir lógini, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.