Klokkan trý í nátt samdust ríkis- og stjórnarleiðararnir í teimum 17 evrulondunum um ein kreppupakka, sum skal verja búskapin í Grikkalandi og Evropa og heimsbúskapin sum heild.
Í fyrsta lagi ber pakkin í sær, at uttanlandsskuldin hjá Grikkalandi verður skorin niður í helvt. Tað verður gjørt eftir avtalu við bankarnar um at niðurskriva virðið á teimum griksku lánsbrøvunum 50 prosent.
Í øðrum lagi skulu tær 440 milliardir evrurnar í kreppugrunninum brúkast, soleiðis at virknaðurin fer at svara til 1.000 milliardir evrur. Tað skal millum annað gerast eftir einum nýggjum samstarvsleisti við Altjóða Gjaldoyragrunnin.
Loksins hava teir evropeisku bankarnir fingið boð um at verja seg betur ímóti kreppuni við at tryggja ein kjarnukapital, sum svarar til 106 milliardir evrur.