Samkynd hava góðar umstøður í Føroyum. Tað heldur meiri enn annarhvør føroyingar, vísir ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Fólkaheilsuráðið.
Ein av teimum nógvu spurningunum, sum fólk skuldu svara upp í kanningini, var um tey hildu, at Føroyar eru eitt gott stað hjá samkyndum at búgva.
Og tað halda yvir helvtin av føroyingum, ella 51 prosent.Tað er eitt sindur meiri enn í eini sama slag kanning í 2013, tí tá hildu 48 prosent, at tað er gott hjá samkyndum at búgva í Føroyum.
Men tað er stór ósemja um spurningin, tí 20 prosent av fólki heldur ikki, at samkynd hava góðar umstøður í Føroyum. Og harafturat eru tað nógv, sum ikki vita, hvat tey skulu svara, tí tað eru 29 prosent av øllum, sum ikki vita, hvussu umstøðurnar eru.
Tað eru mest menn, sum halda, at samkynd hava tað gott í Føroyum, tí av teimum 51 prosentunum, sum halda, at tað er gott hjá samkyndum at búgva í Føroyum er meiri enn helvt, ella 53 prosent, menn. Kvinnurnar eru meiri ivasamar, tí tað eru 49 prosent av teimum eru kvinnur.
Tað eru mest tey yngru, tey ímillum 15 og 39 ár, sum halda at tey hava tað gott í Føroyum, tí tað halda 58 -59 prosent av hesum árganginum.
Men tað er rættiliga stórur munur á, hvat tey halda í teimum ymsu pørtunum í landinum. Í Norðoyggjum eru tað tveir triðingar, ella 66 prosent, sum halda, at samkynd hava tað gott í Føroyum. Hinvegin eru tað bara 39 prosent av teimum í Eysturoy, sum hava tað áskoðanina og aðrastaðni í Føroyum liggur talið mitt ímillum.