Ósemja um kommunuskúlan sum parkeringsøki

Tað fall ikki í góða jørð, at Heðin Mortensen sambært Portalinum vil kompensera fyri mistu parkeringsplássini á Skálatrøð, við at gera kommunuskúlagarðin til parkeringsøki

Tá Portalurin fyrr í vikuni ringdi til Heðin Mortensen fyri at vita, nær skoytibreytin blívur klár at taka í nýtslu, varð eisini spurt, hvussu býráðið ætlaði at loysa tey longu frammanundan dtongu parkeringsviðurskiftini, sum eru í miðbýnum.
Skoytubreytin fer avstað við einum 50 parkeringsplássum á Skálatrøð, har tað longu framman undan er trupult at finna eitt pláss at seta bilin.
Men Heðin Mortensen segði, at tað var upplagt at skipa kommunuskúlagarðin sum parkeringsøki, tí skúlin stendur tómur kortini.
Hann segði, at garðurin rúmar einum 50 parkeringsplássum – ið er neyvt tað sama, sum skoytubreytin fer avstað við. Og hartil segði borgarstjórin, at eingin tíðaravmarking skal verða í kommunuskúlagarðinum.
Eisini aðrar justeringar skulu gerast við parkeringsøkjum í miðbýnum, so samanlagt verða parkeringsviðurskiftini betri, enn áðrenn skoytuhøllin varð sett upp.
Men hendan ætlanin fall ikki í góða jørð hjá forkvinnuni í Teknisku nevnd, Marin Katrinu Frýdal.
- Tað er púra burturvið at koyra bilar inn í ein skúlagarð, har børn spæla. Og fyri tað næsta skal alt, sum hevur við parkering at gera, ganga gjøgnum teknisku nevnd, sigur Marin Katrina Frýdal.??
Hon heldur, at borgarstjórin handlar í óðum verkum.??
- Hesi úttalilsini hjá Heðin Mortensen loypa hvøkk á øll, bæði lærarar og ikki minst foreldur. Hetta er ófyrigeviligt, sigur Marin Katrina Frýdal.??
Tekniska nevnd hevur fund komandi týsdag, og tá ætlar forkvinnan at taka hetta málið upp til viðgerðar.