Í danska fólkatinginum eru politisku flokkarnir nú farnir at stríðast um, um børnini í fólkaskúlanum skulu noyðast at fáa hjálp til at gera skúlating í skúlanum ela um tað bara skal vera eitt tilboð.
Landsfelagið hjá foreldrunum stúrir fyri, at ein drúgvaru skúladagur fer við allari orkuni hjá børnunum, so tey ikki orka at fara til frítíðarvirksemi, sum eisini kann geva teimum virðismiklan lærdóm.
Vit kunnu ikki góðtaka, at skúladagurin verður drúgvari, tí tað gongur út yvir frítíðina hjá børnunum, sum annars læra líka so nógv uttan fyri skúlan, sum í skúlanum, sigur foreldraformaðurin, Lars Klingenberg, við Ritzau-tíðindastovuna.