Í samband við orðaskiftið um alternativa íbúðarbygging í Føroyum fyri góðum mánaði síðan, mælti arbeiðsbólkurin til, at Húsalánsgrunnurin skal í framtíðini gerast ein nógv virknari fíggingarstovnur til bústaðarbygging. Arbeiðsbólkurin mælti til í frágreiðingini, at lógin um Húsalánsgrunnin skal nútímansgerast, so hon samsvarar við endurskipanina av grunninum.
Á landsstýrisfundi týsdagin vóru flestu grunnar og stovnar undir landinum viðgjørdir. Talan var um ein samlaða viðgerð, har tað umrøtt, hvørjar felags linjur grunnarnir undir landinum skulu hava í framtíðini.
Mótstøða
Undir aðalorðaskiftinum um alternativa bústaðarbygging kom greitt fram, at serliga Fólkaflokstinglimir og tinglimir úr Sambandsflokkinum tóku ikki undir við tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum um at gera Húsalánsgrunnin til ein virknari fíggingarstovn til bústaðarbygging.
Grundgevingin var, at tinglirmirnar mettu, at tað almenna skuldi halda burtur frá bústaðarfígging, tí privatu peningastovnarnir høvdu nóg mikið av peningi at læna. Eingin orsøk var tískil til, at tað almenna skuldi upp í kappingina.
Bæði fólkaflokstingmaðurin, Jørgen Niclasen og tingmaðurin í sambandsflokkinum, Alfred Olsen vóru á einum máli um, at bústaðarfígging skal fara fram á einum fríum marknaði, har privatu fíggingarstovnar framhaldandi skulu kappast í fríari kapping.
Semja
Hóast tinglimir vístu greitt undir aðarorðaskiftinum, at teir ikki taka undir við, at Húsalánsgrunnurin verður eitt alment amboð til bústaðarfígging, so er heilsumálaráðharrin, Bill Justinussen, ið hevur við til at gera uppskotið, sannførdur um, at politiska semja er í samgonguni um at fremja broytingar við Húsalánsgrunninum.
Bill Justinussen greiðir frá, at í løtuni arbeiða embætisfólk á heilsumálaráðnum við at broyta lógina um Húsalánsgrunnin.
Spurdur, um tað ikki kann gerast ein trupulleiki, at tinglimir hava givið til kennar, at teir eru ímóti uppskotinum, svarar Bill Justinussen, at mótstøðan er frá einstøkum tinglimum og ikki samlaðu flokkunum, og har afturat eru ætlaðu broytingar við Húsalánsgrunninum í tráð við samgonguskjali, so mótstøðuni ber hann ikki stórvegis ótta fyri.
Bill Justinussen torir ikki at siga ítøkiliga nær uppskotið verður lagt fyri tingið, men tað fer helst ikki at ganga rúm tíð, áðrenn uppskotið kemur í tingið