Nú er líkt til, at Ukraina og lond í Eystur- og Miðevropa sleppa undan trupulleikum við gassveitingini í vetur. Í gjár samdust forsætisráðharrarnir í Russlandi og Ukraina um eina avtalu, sum ruddar fleiri ósemjur landanna millum av vegnum.
Millum annað sleppur Ukraina undan at rinda ovurstórar bøtur, um landið ikki keypir alt tað gassið, sum partarnir hava avtalað.
Eygleiðarar siga, at við semjuni millum Russland og Ukraina er í hvussu er minni vandi fyri, at russar fara at finglast við gasskranarnar í vetur.