– Eg eri næstan tikin av bóli, at tað eydnaðist at fáa semju um hetta, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum.
##med2##
Í eina tíð hevur ein arbeiðsbólkur arbeitt við einum tilmæli til landsstýrsmannin. Uppskotið varð lagt fram í morgun.
Arbeiðsbólkurin mælir til at halda fast við meginreglunum og høvuðstættunum í verandi fiskidagaskipan.
Ásetingarnar í lógini um fyrisiting av sjófeingi, um at fara frá fiskidøgum til kvotur 1. januar 2020, verða broyttar samsvarandi.
##med3##
Umsitingarætlan og veiðireglur
Bólkurin heldur, at ein fiskidagaskipan, ið verður fyrisitin eftir tí umsitingarætlan, sum arbeiðsbólkurin hevur uppskot um, er betri hóskandi at brúka í blandingsfiskiskapinum eftir toski, hýsu og upsa í føroyskum sjógvi enn ein kvotuskipan.
Uppskotið leggur eisini upp til, at tað verður gjørd ein umsitingarætlan og veiðireglur, og at skipanin eisini verður eftirmett.
Tilmælið leggur upp til tvær høvuðsbroytingar í fyrisitingini av fiskidagaskipanini:
Ein er, at karmurin um at áseta fiskidagar verður ein politiskt góðkend umsitingarætlan, sum ásetir reglur og mannagongd fyri, hvussu árliga fiskidagatalið verður sett.
Tilmælið leggur eisini upp til, at tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum við kunngerð ásetir fiskidagatal fyri hvørt fiskiár. Higartil hevur tað Løgtingið, ið hevur ásett dagatalið.
##med4##
Landstýrismaðurin skal gera hetta við støði í umsitingarætlanini, vísindaligu ráðgevingini frá Havstovuni og eftir at hava ráðført seg við eina nevnd umboðandi allar skipabólkar og veiðihættir í fiskidagaskipanini, umframt fólki frá Havstovuni og Fiskiveiðieftirlitinum.
Vinnan og manningarfeløg og onnur taka øll undir við skipanini.
– Hendan skipanin kann geva vinnuni tryggar karmar at arbeiða undir. Vit vóna, at skipanin kann koma í gildi beinanvegin, sigur Hanus Hansen, reiðari.
##med5##
Arbeiðsbólkurin
Í arbeiðsbólkinum hava sitið:
Hanus Hansen, Reiðarafelagið, Ludvík við Stein, Reiðarafelagið, Hálvdan Gudmundsen, Reiðarafelagið, Gulak Gulaksen, Felagið Trolbátar, Anfinnur Garðalíð, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Jan Højgaard, Føroya Fiskimannafelag, Ólavur Gunnarsson, Maskinmeistarafelagið, Óli Jacobsen, Meginfelag Útróðrarmanna, Petur Steingrund, Havstovan, Jóhan Simonsen, Vørn, og Jens Helgi Toftum, Fiskimálaráðið, samskipari.
Meiri verður at lesa á in.fo seinni.
##med6##