Semja um fipur

Føroya Tele, Kall og Fjarskiftiseftirlitið eru vorðin samd um, at Kall í framtíðini kann nýta sokallað svartfibur hjá Føroya Tele

FJARSKIFTI

Eftir drúgt stríð tykist nú semja at vera millum Føroya Tele, Fjarskiftiseftirlitið og Kall. Partarnir hava í allar flestu førum verið púra ósamdir, og neyðugt hevur verið við skarpari semju.
Í seinastu støðisuppgerðini hjá Fjarskiftiseftirlitinum, hin 23. august 2002, stendur at lesa, at semjan nú er gjørd á kalla øllum økjum.
Millum annað er gjørd semja um fipur. Hetta merkir, at Kall nú kann leiga fipur kaðal. Hetta gevur ómetaliga stóran kapasitet, og tað kann fáa týdning í fluttningi av data.
Sum heild hevur Kall nú fingið so gott sum allar avtalur, ið viðvíkja Føroya Tele og teirra kervi uppá pláss.
Vit prenta støðuuppgerðina niðanfyri. Støðuupgerðin vísir avtalur um atgeingi til kervi hjá Føroya Tele.
1. Sambinding av internetryggum / atgeingi til altjóða internetið.
Vinnumálaráðið setti saman við KT-felagum í gongd verkætlan nevnd
THOR-IX. THOR-IX er ætlaður at tryggja at innanlanda internetferðsla
verður umskift ókeypis í landinum og ikki tyngir tann avmarkaða
uttanlanda kapasitetin. Tað dróg út at fáa depilin at virka, men virkar
hann nú og ferðslan er í støðugum vøkstri.
2. Koblaður samflutningur. Prísirnir eru endurskoðaðir seinast í avgerð hjá
Fjarskiftiseftirlitinum frá november 2001. Møguliga verða prísirnir
endurskoðaðir í heyst.
3. Fast forskoyti og forskoyti.
4. Innanlanda- og uttanlandaleigulinjur. Prísirnir fyri innanlanda leigulinjur
eru til viðgerðar og verða væntandi endurskoðaðir.
5. Atgeingi til kaðalstøðina í Tjørnuvík, bæði sum partur av einum
heildartilboðið Føroyar - Danmark og sum backhaul. Prísurin var
endurskoðaður í nov. 2001, men kærdi FT avgerðina til kærunevndina í
fjarskiftismálum, og tók FSE í mai 2002 avgerð aftur til nyðggja viðgera,
vegna at nyðggir upplyðsingum í málinum. Málið verður væntandi avgreitt í
sept. 2002.
6. Samhyðsing ? mastrar/ hús. Føroya Tele hevur ein standardsáttmála, ið
verður brúktur m.a av Rás2. FSE skilir at arbeitt verður við betri
gjøgnumskygni var viðv. húsum / mastrum í samogn millum FL / FT.
7. Tænastuavtala fastnet. Fjarskiftiseftirlitið tók 21. februar 2001 avgerð
um at Føroya Tele skal taka upp samráðingar um eina tænastuavtalu um
fastnet, soleiðis at annar veitari kann krevja inn fasta haldið vegna kundan
og soleiðis veita eina heildar fastnetstænastu til kundan. Kall lat fyri jól
eitt liðugt uppskot til avtalu. Kall bað í mars 2002 Fjarskiftiseftirlitið um at
royna seming í málinum. Semingstilfongdin endaði við at partarnir, uttan
um FSE, gjørdu semju í mai 2002.
8. Svart fipur. Kall bað á sumri 2001 um atgeingi til langtíðarleigu av
svørtum fipri. Kall bað um seming í des. 2001. FSE royndi seming í
málinum og endaði málið við semju millum partarnar og var sáttmáli
undirskrivaður 19. august 2002.
9. Innanlanda reiking innan fartelefoni GSM. Samráðingar vóru millum FT
og Kall á heysti 2001 um sáttmála, men uttan úrslit. Í vár bað Kall um
seming og endaði málið við semju millum partarnar og undirskrivaðu
partarnir 23. august 2002 undir sáttmála.
10. Rátt kopar atgeingi (shared access). Føroya Tele hevur latið útgreinað
tilfar um tal av koparlinjum v.m. í 6 byðum. Kall hevur í 2001 biðið um
atgeingi, men samráðingarnar eru ikki byrjaðar. Kall ferð í næstum at
senda FT uppskot til sáttmála. Málið er ikki lagt fyri FSE.