Myndugleikarnir í Pakistan og Pakistanski Fólkaflokkurin eru ósamdir um, hvat tað var, um kostaði Benazir Bhutto lívið Pakistonsku myndugleikarnir siga nú, at Benazir Bhutto doyði av skallabroti, sum hon fekk, tá hon sló høvdið í sóltakið á bilinum, sum hon stóð í. Tað hendi, tá sjálvmorðsbumbumaðurin sprongdi sína bumbu tætt við bilin.
Men hesa frágreiðingina góðtekur flokkurin hjá Bhutto ikki.
-Hatta er lygn. Eg sá, at hon hevði eitt skotsár í nakkanum og eitt á andlitinum, sigur Sherry Rehman, sum var við til at fyrireika líkið til jarðarferðina.
Talsmenn hjá Pakistanska Fólkaflokkinum siga, at stjórnin hevur broytt frágreiðing fyri at doyva atfinningarnar um vánaligt trygdareftirlit.
Fyrr hevur ljóðað, at Benazir Bhutto doyði av skotum, og seinni varð sagt, at metalpetti frá bumbuni hjá sjálvmorðsbumbumanninum beindu fyri henni.