Fótbóltssambandið boðar í vikuni frá, at tað verður danska Frederikke Lydia Søkjær, ið skal døma finaluna hjá kvinnum. Tað er ikki fallið øllum í góða jørð, at ein dómari útfrá skal døma einska størsta dystin í føroyskum kvinnufótbólti.
Millum annað hevur formaðurin í dómarafelagnum, Petur Reinert, víst á at felagið hvørki er spurt ella hevur góðtikið avgerðina. Hann vil tó ikki gera fleiri viðmerkingar til málið fyribils, men sum skilst er talan um ónøgd millum ávísar føroyskar dómarar, sum halda at ein føroysk loysn hevði verið betri, men so hevði tað verið eitt mannfólk.
- Vit hava leingi arbeitt miðvíst fyri at fáa kvinnuligar fótbóltsdómarar í Føroyum, og tað gera vit framvegis. Men vit mangla heilt einfalt kvinnur í føroyska dómaraskaranum. Tað er ein avbjóðing, sum vit sera fegin vilja finna loysnina uppá, tí tað hevði verið ein sjálvsagdur vinningur fyri ikki bara kvinnusíðuna, men fyri føroyskan fótbólt sum heild, um bæði kynini vóru at síggja í so nógvum leiklutum á og uttanfyri vøllin sum gjørligt, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari í Fótbóltssambandinum við heimsíðan hjá FSF.
##med3##
Oda Andreasen, sum er í dómaranevndini hjá FSF og sjálv er dómari, sigur at orsøkini er, at tey vilja hava ein kvinnu. Hetta fyri at vísa, at ein kvinna kann verða dómari.
- Vit í dómaranevndini hjá FSF hava tikið avgerð um, at seta eina danska kvinnu at døma, sum part av norðurlendska samstarvinum dómaraumbýtinum. Vit síggja hetta sum eitt gott høvi at marknaðarføra kvinnur sum dómararar og vóna, at ungar gentur og kvinnur, fáa hug at døma, tá tær nú til steypafinaluna fara at síggja eina kvinnu døma dystin. Hetta skuldi fegin inspirerað og kveikt tær at verða dómarar. Longri er tað ikki, sigur Oda Andreasen í kjaki á Facebook um málið.
#med2##
Sjálv hevur Oda Andreasen ikki dømt seinastu tvey árini og umboðar HB, sum er annað liðið í finaluni. Kvinnufinalan verður leygardagin klokkan 16.30 millum HB og EB/Streym/Skála.