Nógv tos hevur verið um ætlanirnar hjá Tórshavnar kommunu, um at hava fleiri andlit á kommununi heldur enn bara borgarstjóran, sum hinir kommunustýrislimir hava verið ónøgdir við. Ein av hesum ætlanum er at seta tveir limir úr kommununi afturat borgarstjóranum. Komandi hægstu menninir í Tórshavnar kommunu er tó ósamdir, um hvørji hesi fólkini skulu verða.
- Tað er púra greitt, at borgastjórin verður ein. Eisini meti eg, at Bogi Andreasen verður við, tí hann er jú varaborgarstjóri, sigur Heðin Mortensen, hóast hann á ongan hátt vil siga nakað um triðja personin.
- Eg veit ikki um tað verður ein úr tjóðveldinum ella ein úr javnaðarflokkunum. Eg veit heldur ikki um tað verður ein maður ella ein kvinna. Tað eru alt ting vit fara at hyggja uppá, men tað er greitt, at hetta fer at gera tað soleiðis, at vit í framtíðini fara at hava eitt effektivari politiskt arbeiði í Tórshavnar kommunu. So sjálvandi skulu kommunustýrislimir hava meiri løn, greiðir Heðin Mortensen frá.
Hesum er komandi varaborgarstjórin ósamdur við, tí hann er vísur í, at tað verða í hvussu so er tvey úr tjóðveldinum, ið koma at vera saman við borgarstjóranum.
- Tað er greitt, at tað verða tveir limir úr tjóðveldinum. Eg veit ikki, hvørji av okkum tað vera, og heldur ikki um eg sjálvur verði ein. Men tað verða heilt víst tveir limir úr Tjóðveldi, sigur Bogi Andreasen.
Tískil kunnu vit enn bíða í spenningi eftir hesari ætlanini hjá Tórshavnar kommunu, um at býta uppmerksemi til ymisku kommunustýrislimirnar í Tórshavnar kommunu.