Semja um barnaváttanir

Løgtingsins rættarnevnd er einmælt samd um, at vit skulu hava barnaváttanir í Føroyum.

Javnaðarflokkurin legði uppskotið fram í august.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Pedagogfelag Føroya, Barnaverndarstovu Føroya, Dátueftirlitið, Løgregluna, Felagið Kris, Føroya Ungdómsráð, Agga Niclasen, Verjið Børnini, Kriminalforsorgina, Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann.

Nevndin hevur undir viðgerðini fingið upplýst frá flestu hoyringspørtunum, at tað er skilagott at seta í verk eina skipan við barnaváttanum. Onkur hoyringspartur hevur víst á, at slík skipan kann vera ein følsk rættartrygd fyri borgararnar. Tað er greitt, at slík barnaváttan ikki kemur at forða fyri, at allur kynsligur ágangur heldur uppat, og at ein barnaváttan bert fer at vísa upplýsingar um kynsliga misnýtslu, sum viðkomandi er dømdur fyri at hava framt móti børnum. Tó er nevndin av tí áskoðan, at tað er skilagott at seta í verk eitthvørt átak, ið kann hjálpa til at fyribyrgja kynsligan ágang, og harvið kunna steðga møguligum tilburðum.

Løgmaður upplýsti fyri nevndini, at Løgmansskrivstovan er farin í gongd við neyðugu tilgongdina fyri at fáa tær lógarteknisku heimildirnar upp á pláss. Tá tær eru komnar upp á pláss og samtyktar, kann verða farið undir við at smíða lógaruppskot til økið.

Í viðmerkingunum til fyriliggjandi uppskot verða nevnd í talrøð tey sløg av virksemi, ið eftir ætlan skulu innheinta barnaváttanir. Nevndin vísir á, at listin ikki er ótømandi. Nevndin vísir eisini á, at tað er umráðandi í slíkari lóggávu, at tað verður gjølla umhugsað, at skarin av teimum, ið fáa skyldu at innheinta barnaváttanir, verður so breiður sum møguligt soleiðis, at tað kemur at umfata fólk sum verða sett í starv ella starvast við børnum undir 15 ár, við meira.

Onkur av hoyringspørtunum hevur víst á, at vandi er fyri, at slík skipan lættliga kann koma til at tyngja feløg sera nógv, tí tað fer at krevja meira av teimum at umsita og vandin er, at summi sjálvbodnir felagsskapir fáa eina størri arbeiðsbyrðu. Tí er ynskiligt, at slíkt lógaruppskot tekur øll fyrivarni við sosum at gera eina einfalda og smidliga umsiting. Á tann hátt verður byrgt fyri, at skipanin ikki kemur at køva alt tað sjálvbodna arbeiða, ið verður gjørt fyri okkara ungdóm runt um landið.