Í kvøld hevur pallborðsfundur verið í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og øll politisku umboðini vóru samd um, at kostnaðurin av flogferðaseðlunum til og úr Føroyum eru ov dýrir, og at okkurt skal gerast við hetta.
Ikki kom tað óvart á, at føroyingarnir, sum møtti til fundin, vildu vita um áhugi var fyri at lækka kostnaðin av flogferðaseðlum, soleiðis, at tað gerst bíligari at fara heim til Føroyar í frítíðum og annað.
Annita á Fríðriksmørk, Aksel V. Johannesen, Johan Dahl, Jógvan á Lakjuni, Kári á Rógvi, Poul Michelsen og Mia av Kák Joensen vóru samd um, at ferðing umvegis Atlantic Airways kostar ov nógv, og hetta skal broytast í framtíðini.
Tey lesandi, sum vóru møtt upp til fundin vístu á, at tey ikki høvdu møguleikan at fara heim í heystferium og annað, tí tað snøgt sagt kostar ov nógv.
Og hesum vóru politikararnir ógvuliga samdur í.
Tað var eisini stór semja um, at keypa Atlantic Airways aftur.
Helst eru tey nógv, sum við spenningin bíða eftir at síggja hvussu leikur fer í hesum málið.