Semja um at broyta heimastýrislógina

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum tekur undir við at broyta heimastýrislógina, so føroyska málið fær eina aðra støðu enn í dag. Tvey uppskot eru komin frá nevndini um, hvussu hetta skal gerast.

Stendur tað til uttanlandsnevndina hjá løgtinginum verður grein 11 í heimastýrislógini annaðhvørt strikað ella orðað øðrvísi enn í dag.

Grein 11 er nógv umrødda greinin um støðuna hjá føroyska málinum. Har stendur, at føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmálið í Føroyum, men danskt skal lærast væl og virðiliga. Tað er hendan orðingin, sum danska stjórnin nýtti, tá hon skuldi lýsa støðuna hjá føroyska málinum í samband við evropeiska sáttmálan um økismál og minnilutamál.

Støðan hjá føroyskum varð ikki skrivað inn í sjálvan sáttmálan ella lýst á annan hátt í sáttmálanum. Í staðin gjørdi stjórnin eitt ískoyti til sáttmálan, har sipað verður til grein 11 í heimastýrislógini. Og júst hetta spann í fjør øði í føroyskar politikkarar, sum mótmæltu, at føroyska málið fekk eina tílíka ivasama støðu í samband við ein altjóða sáttmála. Teir vildu ikki hava føroyska málið lýst sum eitt høvuðsmál, men sum tjóðarmálið í Føroyum.

Hendan gongdin fekk í desember í fjør Jóannes Eidesgaard til at leggja fram uppskot um at broyta heimastýrislógina, so tað verður staðfest bæði í heimastýrislógini og síðani í evropiska sáttmálanum um minnilutamál, at føroyskt er tjóðarmálið í Føroyum. Í uppskotinum skjýtur Jóannes Eidesgaard upp, at løgtingið heitir á landsstýrið um at fara til samráðingar við stjórnina um at broyta heimastýrislógina.

Eftir drúgva viðgerð í uttanlandsnevndini er nevndin umsíðir komin til eina niðurstøðu í málinum. Nevndin er samd um, at heimastýrislógin eigur at verða broytt, men broytingin skal ikki gerast, so sum Jóannes Eidesgaard hevur skotið upp.


Strika greinina

Meirilutin í nevndini, umboðandi allar flokkar uttan Sambandsflokkin, mælir í staðin til, at grein 11 verður strikað úr lógini. Sostatt kemur ikki at standa í lógini, at føroyskt er høvuðsmál og at danskt skal lærast væl og virðiliga. Meirilutin heldur eisini, at áheitanin á landsstýrið um at taka upp samráðingar við stjórnina, skal broytast til eina áheitan um at arbeiða fyri, at heimastýrislógin verður broytt, so grein 11 verður strikað.

Verður uppskotið samtykt, og landsstýrið og stjórnin koma ásamt um at broyta heimastýrislógina samsvarandi, so er sannlíkt, at ískoyti til málsáttmálan um føroyska málið annaðhvørt verður tikið aftur ella broytt, so tað samsvarar við broytingina í heimastýrislógini. Og um einki stendur um føroyska málið í heimastýrislógini, so er heldur einki at siga um føroyska málið í samband við evropeiska málsáttmálan.

Verður grein 11 strikað, so fær hetta ikki stórvegis ávirkan á onnur viðurskifti ? eitt nú í samband við rættarmál, vísir skrivarin hjá uttanlandsnevndini á í einum løgfrøðiligum notati.


Sambandsflokkurin aðra støðu

Hóast Sambandsflokkurin eisini tekur undir við, at grein 11 verður broytt, so hevur hann eina aðra støðu um, hvussu hetta skal gerast. Sambandsflokkurin mælir til, at varðveita orðið høvuðsmál í staðin fyri at brúka orðið tjóðarmál. Sambært minnilutanum skal standa í grein 11 stk. 1, at føroyskt er høvuðsmál í Føroyum. Sambandsflokkurin vil varðveita orðingina í stk. 2, har tað stendur, at við framløgu av appelmálum skal donsk umseting av øllum føroyskum skjølum fylgja við.

Sambandsflokkurin heldur, tað er tryggast og mest einfalt einans at staðfesta, at føroyskt er høvuðsmálið í Føroyum.

- Harvið verður ikki nomið við aðrar umstríddar partar í lógini í hesum umfari, men broytingin loysir tann viðkomandi spurningin, sum uppskotið til samtyktar leggur upp til at greiða, siga Edmund Joensen og Heðin Mortensen í sínum viðmerkingum.

Sama hvør orðing verður samtykt í løgtinginum, so er greitt, at heimastýrislógin verður ikki broytt í bræði. Hetta kann bert gerast eftir samráðingar millum stjórnina og landsstýrið um spurningin, og eingin veit at siga, nær hesar samráðingarnar kunnu fara í gongd. Eingin tiðarfreist er nevnd í uppskotinum.