Semja stóran týdning fyri sildaprísin

Føroyska sildaveiðan hevur tann 21. juni fyribils mist MSC góðkenningina.

MSC er góðkenning fyri burðardygga veiðu.

Føroyar hava 90 dagar at leggja eina ætlan fyri, hvussu fiskiskapurin aftur kann vera burðardyggur, fyri ikki at missa endaligu góðkenningina.

Hetta kann hava ávirkan á sildaprísin í øllum Evropa, umframt at føroyingar mugu leita sær eftir øðrum marknaðum, um ES setir handilsbann í verk fyri føroyskum innflutningi.

Tað heldur Bjarne Laustsen, framsøgumaður í fiskivinnumálum hjá danska javnaðarflokkinum á Fólkatingi.

Hann sigur við fagpressen.eu, at tað er upp til Føroyar at prógva, at sild og makrelur hava flutt seg í føroyskan sjógv, og nóg mikið er til. Hann heldur tað vera umráðandi, at strandalondini finna eina loysn viðvíkjandi sildafiskiskapinum.

- Tað besta fyri allar partar er at loysa trætuna við samráðingarborðið. Tað er umráðandi at ICES góðkennur, at fiskiskapurin er burðardyggur. Tað er ringt fyri allar partar, at veiðan ikki er burðardygg, sigur Bjarne Laustsen.

Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip, sigur við Portalin, at fyri nøkrum árum síðani mistu strandalondini MSC góðkenningina av makreli, tí samlaða kvotan fór uppum tað sum ICES mælti til.

Nú er sildakvotan eisini hægri enn tað ICES mælir til. Tí verður tað spennandi at síggja, um ES og Noreg eisini fara at missa góðkenningina.

- Tað er torført at meta um, hvørja ávirkan tað fær ávirkan á prísin í øllum Evropa. Tí missa fleiri lond góðkenningina, standa allir partar í somu støðu, sigur Jógvan Jespersen.