Ósemja í Smyril Line: Stjórin gevst í stundini

Rúni Vang Poulsen gevst í dag sum stjóri í Smyril Line

Ósemja millum nevnd og stjóra ger, at partarnir hava valt at gera eina fráfaringaravtalu.

Hesum boðar Smyril Line frá júst nú.

– Nevndin takkar Rúna fyri áhaldni og gott arbeiði seinastu 12 árini, hvar felagi hevur verið í stórari menning, sigur Smyril Line í stuttari viðmerking.

Rúni Vang Poulsen gevst beinanveg.

Jens Meinhard Rasmussen verður fyribilsstjóri. Samstundis fer hann frá sum nevndarformaður, og Hendrik Egholm verður nevndarformaður fram til aðalfundin.

Meira vita vit ikki um hetta enn, men meira verður væntandi at frætta seinni.