Ósemja í Sjálvstýrisflokkinum

Landsnevnd Sjálvstýrisfloksin kallar til fundar um ósemjuna millum Kára og Kára, millum Kára á Rógvi, floksformann, og Kára P. Højgaard, tingmann.

- Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins er kallað til fundar um ta óhepnu støðu, at ivi er sáddur um politikk floksins. Staðfestast kann, at floksformaðurin fult og heilt hevur hildið seg til stevnuskrá floksins, bæði viðvíkjandi búskaparliga burðardyggari fiskivinnu og stig fyri stig sjálvstýriskósini, sigur Jan Asbjørnsson Joensen, landsnevndarformaður.

Hann sigur, at mannagongdir floksins mugu virðast, og floksformaðurin, ið hevur til uppgávu at útinna politikk floksins sambært stevnuskrá, og sum staðfest av Landsnevndini, má fáa greiðan uppbakking.

- Sjálvandi skulu vit halda fast við innanhýsis framsøgufrælsi og kjak, og sjálvandi eru tingmenn ikki bundnir at atkvøða fyri nøkrum, sum stríðir móti samvitskuni, men kjakið má verða virðiligt og helst haldast á aðalfundum, landsfundum, lokalfundum og nevndarfundum, sum geva mong høvi til slíkt, sigur landsnevndarformaður.

- Kári á Rógvi hevur gjørt megnararbeiði at styrkja og skipa flokkin, og eg vil staðfesta, at hann hevur góð viðurskifti við allar flokkar á tingi og hevur tryggjað, at flokkurin stendur í miðdeplinum í flestu

týðandi málum, herundir fiskidøgum, kommunumálinum, miðvísum yvirtøkum og øktari satsing upp á lestrarpláss í Føroyum, sigur landsnevndarformaður, sum soleiðis vísir floksformanninum sín stuðul.

Lesið á heimasíðu Sjálvstýrisfloksins.